Kyndil-Tjaldur
28-16 (13-10)
Tað er eftir øllum at døma stórur munur á toppi og botni í fyrtu deild hjá kvinnum. Gamaní grundarlagið í høvuðsstaðnum at taka av er størri enn tað er í Eysturoynni, men tað er efit øllum at døma ikki bara tað.
Mikukvøldið hittust Kyndilskvinnur og Tjaldurskvinnur, og tað var so eiðasørt, at Tjaldurskvinnur gjørdu nakað petti við Føroyameistararnar úr Kyndli.
Við steðgin sá annars út til at vera á einari leið hjá Tjaldri, men annar hálvleikur setti ljóskastaran á trupulleikan hjá nýggja felagnum. Har eru ov fáir spælarar, sum kunnu skjóta mál, og tað er ein keðiligur eginleiki at hava sum lið.
Hjá Tjaldri var tað mikukvøldið so, at Sunrid Gleðisheygg og Kristina Ellingsgaard vóru tær einastu hóttaninar. Tær gjørdu tíggju av teimum sekstan málunum, og tað er ov lítið at tveir spælarar skulu halda liðnum uppi. Har er ov lítil hjálp at heinta, og samstundis verður tað alt ov lætt hjá mótstøðuliðunum at dekka upp fyri álopini.
Hyggja vit at Kyndli so síggja vit, at har er nógv størri breidd í málskjótingini enn tað er hjá Tjaldri, og tí hevur Tjaldur tann øvugta trupulleikan tá tær sjálvar skulu verja. Tað er ikki bara ein, sum ger málini, og tí ber illa til bara at seta inn móti einum leikara. Álopini koma úr Fleiri síðum, og tá verður alt torførari.
Seks mál í einum hálvleiki. Sum tølini siga, so gekst stak illa í hond hjá Tjaldri at gera mál, og kunnu tað sjálvsagt vera fleiri orsøkir til. Ein teirra kann sjálvsagt vera at Kyndil hevur eina góða verju, men í tríati minuttir átti eitt fyrstu deildarlið kunna gjørt meiri enn seks mál.
Soleiðis gekk nú ikki, og vit loyva okkum at siga, at orsøkin var, at Kyndil var so mikið nógv betri enn Tjaldur var, og tað var so tað. Eftir tølunum at døma, so er tað ikki tí, at Kyndil spældi ófantaligt, ella hart í verjuni, men tí at tær dugdu at dekka upp fyri álopunum frá Tjaldur.
Hinvegin gekst illa hjá Tjaldursverjuni at fáa fatur á Kyndlaleikarunum. Tær gjørdu ikki færri enn níggju brotskøst og fingu seks útvísingar. Afturímóti fekk Kyndil eina útvísing, og tær gjørdu ikki eitt brotskast, men so ymisk eru vit.
Kyndil: Rakul N. Joensen 6, Beinta Sørensen 5 (1), Ann Hansen 4 (4), Jórunn Ludvig 4 (1), Palma Petersen 3, Lotte Sørensen 3, Anja Midjord 2, Jensia Petersen 1
Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 6, Kristina Ellingsgård 4, Mona Langgaard 2, Sonja Gleðisheygg 1, Elinbjørg Hammer 1, Annika Joensen 1, Laila Weihe 1
Brotskøst: Kyndil 9
Útvísingar: Kyndil 1, Tjaldur 6
Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen