Nógv fólk høvdu í hálkuni leitað sær í høllina á Hálsi mikukvøldið, tá ið fyrra hálvfinalan millum Kyndil og VÍF í Coca-Cola kappingini var á skránni. Hetta eru óivað tvey tey fremstu hondbóltsliðini í Føroyum, men samanumtikið kann ikki sigast, at tað var prógvað á vøllinum mikukvøldið. Dysturin var ikki serliga væl leiktur, og serliga í seinna hálvleiki var talan um eina rúgvu av persónligum mistøkum og óneyðugum bólttapum frá báðum pørtum.
Heimaliðið legði bragdliga fyri
Kyndil var væl tað betra liðið fyrstu løtuna av dystinum, og liðið tóktist ikki verða nervað av, at bæði Høgni Klein og Janus Einar Sørensen taldust millum áskoðararnar og leikararnar mikukvøldið. Í teirra stað høvdu teir báðir ungu Hans Arni Thomsen og Hjalti M. Jacobsen fingið møguleikan.
Vestmenningar løgdu fyri við Áka Olsen á miðjuni, meðan Ingi Olsen og Áki G. Olsen vóru á ávíkavist vinstra og høgra bakki. Hendan uppstillingin koyrdi ikki allarbest, og tað var ikki fyrr enn, at Sámal Joensen bleiv nýttur í álopinum, tá ið einir 20 minuttir vóru leiktir, at bit av álvara kom í álopsspælið hjá VÍF.
Men áðrenn Sámal kom á vøllin, hevði Kyndil lagt bragdliga fyri í dystinum. Við skjótum og flótandi álopsspæli hevði heimaliðið lætt spæl yvir fyri eini ógvuliga tunnari verju hjá vestmenningum, samstundis sum VÍF í hinum endanum hevði ilt við at spæla seg ígjøgnum 5-1 verjuna hjá Kyndli, har Hans Áki lá eitt sindur framman fyri hinar verjuleikarnar mitt fyri.
Lagnurnar speisemi
Heimaliðið fekk fyrsta brotskastið í dystinum, tá ið einir 12 minuttir vóru leiktir av dystinum, og langurnar speisemi vildi tað soleiðis, at Jónleif Sólsker fyri fyrst ferð í ár kom á vøllin at taka sær av brotskastinum. Seinasta gerðin hjá Jónleifi á besta liðnum hjá Kyndli, undan tí brotskastinum, var, tá ið hann sendi eitt brotskast í málið hjá VÍF í allarseinasta sekundinum av kappingarárinum í fjør og harvið tryggjaði Kyndli meistaraheitið. Sum tey flestu óivað minnast, so var nógv rok um júst tað brotskasti, og tað var ikki frítt, at tað vakti gomul minnir hjá teimum mongu mælsku vestmeningunum á standiplássunum í høllini mikukvøldið, og viðmerkingarnar vóru nógvar.
Jónleif misnýtti brotskastið, men fangaði bóltin aftur, og tá var nýtt brotskast gjørt móti honum, og tá skoraði hann.
Stutt eftir hetta legði heimaliðið seg á odda 9-5, og hóast VÌF eftir eitt time-out fekk minkað niður í 9-8, so hevði Kyndil munin allan hálvleikin, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki øktu teir um leiðsluna hjá sær aftur, soleiðis at tá komið var til hálvleiks, vóru teir grønu á odda 16-11.
Hamskiftir vestmenningar
Tað er ilt at siga, hvat venjarin hjá VÍF, Dia Midjord, hevur sagt við sínar mans í hálvleikinum, men vestmenningar vóru sum hamskiftir eftir steðgin. Mest umráðandi av øllum fyri VÍF var óivað tað, at teir í seinnu hálvleiki av álvara fingu skil upp á verjuna hjá sær, so at tað nærum var ógjørligt hjá kyndlamonnunum at bróta seg ígjøgnum.
Í veruleikanum vóru tað bara teir báðir, Rókur Akralíð og Josef Abrahamsen, ið megnaðu at stríða seg inn um verjuna hjá VÍF eftir steðgin, og tað var sjáldan.
Samstundis var meiri bit og hugflog komið í álopsspælið hjá VÌF, og serliga gjørdi tað góðan mun, at Sámal Joensen nú tók lut í báðum endum av vøllinum og ikki einans í verjuni. Sámal skeyt fimm av teimum ellivu málunum, sum VÍF fekk í seinna hálvleiki, og hann var um nakar lyklaleikarin í revolutiónini hjá VÍF í seinna hálvleiki.
Seinni hálvleikur var annars serstakliga málfátækur, og serliga gekk tað ómetaliga striltið hjá Kyndli at fáa bóltin í netið. Heimaliðið megnaði einans at skora fimm ferðir eftir steðgin, og tað man neyvan verða komið fyri áður hjá teimum grønu.
Vestmenningar skoraðu ellivu ferðir eftir steðgin, og hóast tað var væl betur enn hjá Kyndli, so er tað heldur ikki serliga nógv mál, men tað var nóg mikið til at vinna dystin.
Fleiri orsøkir vóru til, at tað gekk so striltið hjá báðum pørtum við at fáa mál. Ein orsøk var tann, at málverjarnir báðir, Dejan Lacok hjá VÍF og Johan Danielsen hjá Kyndli, stóðu væl. Her skal tó leggjast afturat, at mangan var talan um lættar bjargingar hjá teimum báðum, tí at skotroyndirnar vóru so mikið vánaligar í fleiri førum.
Seinni hálvleikur var samanumtikið ógvuliga rótutur við einari rúgvu av persónligum mistøkum, óprovokeraðum feilum og hasarderaðum skotroyndum.
Einki avgjørt
VÍF vann dystin við tí eina málinum, og tí er neyvan nakað avgjørt undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Vestmanna 26. januar. Tá hevur Kyndil teir báðar Høgna Klein og Janus Einar Sørensen óivað við aftur á liðnum, og tað styrkir um liðið. Tað ljóðar eisini, at Daniel Rapa hjá VÍF skjótt verður klárur aftur, og tað fer serliga at styrkja um verjupartin hjá vestmenningum.
Áki Olsen hjá VÌF fekk beinleiðis reytt kort móti dystarenda mikukvøldið, tá ið hann jarðlegði Hans Áka hjá Kyndli, og tí hevur hann leikbann móti Neistanum sunnudagin, men tað eigur ikki at hava nakra serliga ávirkan, tí vestmenningar eru greiðir favorittar til at vinna tann dystin, sjálvt um Áki ikki er við.
Kyndil-VÍF 21-22(16-11)
Kyndil: Josef Abrahamsen 6(2), Rókur Akralíð 3, Jacob Jónsson 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Jónleif Sólsker 3(3), Finnur Hansson 2, Hjalti M. Jacobsen 1
VÍF: Sámal Joensen 6, Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 4(1), John Zachariassen 3, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 2, Áki Olsen 1
Brotskøst: Kyndil 9(5), VÍF 1(1)
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 6
Diskvalifikatión: Áki Olsen, VÍF
Dómarar: Dánjal og Kári Hansen - Uppgávan var trupul, og avrikið var ikki nóg sannførandi. Tóktust ikki verða nóg avgjørdir, tá ið harðast leikaði á, og eisini høvdu teir kanska lyndi til at lurta eitt sindur ov nógv eftir teimum mongu mælsku og vælvitandi dómarunum á síðulinjuni.