Kýsin komin fram aftur

Kýsin, til føroysk klæðir, hevur ikki verið at sæð í mong ár, men hann er aftur vorðin væl umtóktur

Áðrenn ólavsøku er ljós í handlinum Marjun Heimá frá morgni til myrkurs. Fólk eru góð við tey føroysku klæðini, sum kunnu brúkast til nógv høvið, tað sigur Majbritt Jacobsen, stjóri í Marjun Heimá. 

 

Føroysku klæðini vera so líðandi tillagað, kortini heldur Majbritt Jacobsen, at fólk dáma væl at okkurt kann knýtast til fortíðina og tey eru trúgv móti tí gamla.

 

- Eg trúgvi, at vit ótilvitað vera ávirkað av mótanum. Í løtuni dáma fólk væl litir. Appilsinlitt er nógv uppi í tíðini, og tað kemst kanska av Annu Mariu troyggjuni, sum av einum mistaki var appilsinlitt, tá hon bleiv víst í sjónvarpinum fyrstuferð.

 

Majbritt Jacobsen heldur at alt er loyvt, men handverkið skal vera í lagi.

 

Kýsin hevur ikki verið at sæð í mong ár, men hann er aftur vorðin væl umtóktur.

 

- Ungar kvinnur elska kýsan, sigur Majbritt Jacobsen.