LÍF fingið hjálparvenjara

Tá ið LÍF leygardagin spældi venjingardyst ímóti AB í Leirvík, stóð ein nýggjur maður við síðulinjuna og stýrdi LÍF-liðnum. Hans Fróði Hansen er spælandi venjari hjá LÍF, og nú hevur LÍF sett Ólavur Waag Høgnesen sum hjálparvenjara hjá liðnum. Ólavur hevur verið virkin sum venjari í nógv ár samanlagt. Hann hevur serliga vant yngri lið í B36 og KÍ.