Løgdu á spælararnar

Tað gekk hart fyri seg, tá Djurgården í gjár spældi móti Assyriska í upp- og niðurflytingardysti til bestu svensku deildina. Djurgården vann dystin 3-0 – og harvið 3-2 samanlagt – men tað forðaði ikki óðum heimaáskoðarunum at leggja á spælarar hjá Assyriska. Við dystarlok tustu fleiri áskoðarar inn á vøllin, og løgdu eftir spælarunum hjá Assyriska. Enn hevur løgreglan ikki handtikið nakran áskoðara, men hendingin er øll fest á sjónband, og hetta verður brúkt, nú løgreglan skal hava fatur á búrkroppunum.