Forsetavitjan
Føroya løgmaður hevur fingið loyvi at bera hægsta heiðurstekinið hjá íslendsku tjóðini.
Hetta hendi, tá íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, á samkomu í Norðurlandahúsinum valdi at heiðra fimm fólk við heiðursteknum í íslendska Falkaordannum.
Anfinn Kallsberg varð tann fyrsti, ið varð kallaður upp til forsetan, har hann fekk um hálsin stóra heiðurstekinið, ið ger hann til stórriddara við stjórnu í íslendska Falkaordannum.
Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, segði, at heiðurstekinið skuldi fatast sum ein staðfesting av samstarvinum millum Ísland og Føroyar.
Fimm riddarar
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, valdi at heiðra fimm fólk við heiðursteknum íslendsku tjóðarinnar. Afturat løgmanni fingu Poul Mohr, íslendskur konsul í Føroyum, Jóhan Hendrik Wither Poulsen, professari, og Turid Sigurdardóttir, lektari, handað heiðurstekin.
Poul Mohr varð útnevndur stórriddari uttan stjórnu, sum er næsthægsta heiðurstekinið í Falkaordannum. Og afturat honum fingu Jóhan Hendrik Wither Poulsen, professari og Turid Sigurðardóttir, lektari, vanligan riddarakross av Falkaordannum fyri arbeiði teirra við norrønum máli.
FAKTABOKS
Trý sløg av heiðursteknum
Heiðúrstekin íslendsku tjóðarinnar verður nevnt Falkurin ella Íslandsfalkurin.
Falkurin verður latin persónum, ið íslendski forsetin metir hava gjørt nakað serligt fyri Ísland, ella sum hava serligan týdning fyri Ísland.
Heiðurstekinið er býtt í tríggjar bólkar. Tað ber til at gerast riddari, stórriddari ella stórriddari við stjórnu. Tann, sum er útnevndur stórriddari við stjórnu ber hægsta heiðurstekin íslendsku tjóðarinnar.