– Vit eiga at seta okkum sum mál at vinna okkara EM bólk.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, núverandi løgmaður við drúgvum royndum sum málmaður í HB og fyrrverandi landsliðsmálmaður.
Í gjár var lutakast um, hvussu liðini skulu spæla í undankappingini upp undir EM í Fraklandi í 2016.
Føroyar komu í bólk við Grikkaland, Norðurírland, Finnland, Rumenia og Ungarn.
Og meðan ítróttarskrivarin hjá in.fo sigur, at talan var um alt annað enn eitt heppið lutakast fyri Føroyar, hevur løgmaður eina heilt aðrar meining.
– Hatta var eitt gott lutakast fyri føroyskan fótbólt also ítróttarliga, skrivar hann á Facebook.
Hann sigur, at vit skulu seta okkum sum mál at vinna bólki.
– Tað er møguligt, eingin ivi um tað sigur løgmaður.
Nú vita vit ikki, um løgmaður ætlar sær í málmansklæðini sjálvur. Men kanska hann hugsar sum so, at um hann eisini fær Jørgen Niclasen á landsliðið, so hava vit ein møguleika at nápa okkum hatta steypið... ;-)