Løgmaður filmsstjørna

Tað hevur eydnast Trølla Pæturi at fáa sjálvan løgmann, bankastjóran Jørn Astrup og vinnulívsmennirnar Poul Mohr og Árna Joensen at spæla við í nýggjum barna- og familjufilmi, sum skjótt verður at síggja

Filmur

- Jú, vit eru púra ovfarnir av hvussu væl hesir menn duga at spæla sjónleik. Men tað skal helst eisini til í teirra arbeiði, skemtar Niclas Heri Jákupsson, sum umframt at hava tikið stig til filmin, eisini hevur verið við til at leikstjórna og skriva stóran part av handritinum.
- Hetta at vit fingu sjálvan løgmann at spæla film eru vit sjálvandi ómetaliga takksamir fyri. Hansara uppgáva er at halda røðu á Havnarvág tá ið Trølla Pætur og omman, saman við politistunum koma aftur til Føroya, aftaná eina spennandi og ikki heilt vandaleysa ferð í suðurlondum við italiensku mafiuni í hølinum.

Stjórar í filmsleikluti
Men áðrenn ídna filmsliðið úr Klaksvík hevði fingið løgmannin Anfinn Kallsberg í kassan, vóru nakrar frálíkar senur upptiknar, sum orsøkir vóru at fegnast um.
Í filminum hevur omma TrøllaPætur fingið arbeiði á skipasmiðjuni í Havn og har kemur hon eisini í samband við stjóran á verksmiðjuni Poul Mohr.
- Hetta eru frálíkar myndir, sum tey vaksnu uttan iva fara at taka væl ímóti. Hvussu spennandi eitt nú Poul Mohr og 100 trøllvaksnir arbeiðsmenn í ketildrakt eru í barnaeygum er ilt at vita, men fyri sjálva søgugongdina í filminum er hetta frálíkar myndir, heldur Niclas Heri.
Hann nevnir fleiri upptøkur, sum hann heldur gera júst hendan barnafilmin til nakað serligt. Eitt nú tá ið Árni Joensen stjóri á Skipafelag Føroya skal skipa fyri at farmurin við leikum skal flytast av landinum
- Kanska hava vit verið seraliga hepnir í okkara úrvali av leikarum. Og ein skuldi næstan trúð at Jørn Astrup var professionellur leikari. Vit hava spolað umaftur og umaftur filmsklippið, har bankastjórin og politimeistari sita á skrivstovuni og stara niður í tað skeiva kuffertið. Ikki so løgið at hesir fáa sigarrroykin skeivt í hálsin, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum eins og hini børnini gleðir seg til nýggi Trølla Pætur filmurin verður alment at síggja.
Tað er felagið Iris í Klaksvík ið framleiður nýggja Trølla Pætur filmin, sum hevur fingið heitið Trøllini og Mafian.