Løgmaður ger onki við Íslandstúr

Hóast nógvar søgur hava gingið um, hvørt fíggjarmálaráðharrin hevur borið seg rætt at til ein døgverða í Íslandi seinasta leygardag, so ætlar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ikki at kanna málið nærri. – Eg havi fult álit á mínum landsstýrisfólkum, til tað øvuta er prógvað, sigur løgmaður

Hóast nógvar ymiskar frágreiðingar eru til ein ávísan døgverða í Íslandi seinasta leygardag, har fíggjarmálaráðharrin luttók, og ónevndar keldur hjá Dimmalætting greiða frá, at landsstýrismaðurin var »mega skid«, kom og seinur til døgverðan og var pínligur sum heild. Metir løgmaður seg ikki skula gera nakað meira við málið.

- Hetta er sjálvandi ein keðilig sak, sum hevur stungið seg upp, men eg havi tikið frágreiðingina hjá Jóannesei Eidesgaard til eftirtektar, sigur løgmaður. Hann leggur afturat, at hann hevur tosað við Jørgen Niclasen um málið, og at sambært honum er alt fari fram, sum tað vanliga ger til ein tílíkan almennan døgverða.

- Eg haldi ikki tað er rímiligt, at eg skal spyrja øll 25 fólkini í selskapinum, hvussu tey hava upplivað Jóannes Eidesgaard til døgverðan, tí tann dagin eg ikki havi fult álit á fíggjarmálaráðharranum, so er tað samstarvið rokið, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann metir eisini, at landsstýrisfólk, til eina og hvørja tíð skulu uppføra seg fyrimyndarliga. Júst á sama hátt sum ítróttarfólk.

Kaj Leo Johannesen metir heldur ikki, at hann skal taka nakra støðu til, hvat er fari fram og ikki tí hann metir seg bert hava frágreiðingarnar hjá fíggjarmálaráðharranum og uttanríkisráðharranum.

- Eg var ikki har sjálvur. Eg skal ikki úttala meg meira um tað, tí tað er so skjótt at rópa upp um alt møguligt. So eg haldi hetta vera eina óhepna støðu, men eg kann illa úttala meg um framtíðina, greiðir Kaj Leo Johannesen frá. Hann sigur eisini, at hann ikki vónar, at hetta fær avleiðingar fyri stevið, ið hann annars metir vera gott.