- Eg haldi slett ikki løgmaður hevur kannað embætisførsluna hjá Høgna Hoydal. At halda eftirlit við einum landsstýrismanni er at fara inn við egnum fólkum og gera tað eftirlit, ið skal til, og gera sína egnu niðurstøðu. Tað er ikki gott nokk bara at taka eina niðurstøðu, ið ein landsstýrismaður sjálvur hevur gjørt. Løgmaður hevur í hesum føri ikki liva upp til ta eftirlitsskyldu, ið ein løgmaður hevur.
Tað er greiða meiningin hjá Jógvani Skorheim, formanni í Sjálvstýri, tá hann verður spurdur um niðurstøðuna hjá løgmanni um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, í samband við flyting av veiðiloyvum.
Formaðurin í andstøðuflokkinum metir, at talan í hesum føri er um eina reint politiska niðurstøðu, og samanber hana við kritikkin hjá løgmanni av niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini, tá hon fanst at løgmanni í samband við hjúnabandslógina.
- Løgmaður var øgiliga fýrkantaður um tað løgfrøðiliga í samband við hjúnabandslógina. Tá skýrdi hann formannin í landsstýrismálanevndini og ein annan lim fyri at gera eina politiska niðurstøðu, ið tað ikki var, tí tað vóru løgfrøðingar, ið hildu tað sama sum vit. Men í hesum føri er talan bert um eina politisk niðurstøðu fyri at verja ta framferð, ið hevur verið í Fiskimálaráðnum. Hetta er ein tann ógvuligasta politiska niðurstøða eg havi sæð, sigur Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim hevur tó onga viðmerking, tá hann verður spurdur, um andstøðan umhugsar eitt misálit á fiskimálaráðharran, men sigur at andstøðuleiðararnir væntandi tosa um hvat næsti leikur verður, tá teir møtast til tingfundin í morgin.