Løgmaður missir undirtøku

Veljarakanning Hóast Sambandsflokkurin stendur seg væl í veljarakanningini, sum annars gevur samgonguni ein frammaná, so hevur løgmaður mist nógva undirtøku síðani valið, og samgongan fær eisini lægsta skotsmál

Løgmaður fekk skotsmálið 5,0, tá Gallup Føroyar bað fólk meta um – á einum stiga frá 1 til 10 – hvat tey halda um løgmann. Hetta er lægsta skotsmál, sum løgmaður hevur fingið í kanningum frá Gallup síðani august í 2010, og hetta er nógv minni, enn hann fekk í seinastu kanning, sum var gjørd ein mánað eftir løgtigsvalið, 30. november í fjør. Tá fekk løgmaður hægsta skotsmálið nakrantíð, tá veljararnir góvu honum skotsmálið 6,2.
Gallupkannigin, sum vit kunngjørdu í blaðnum mikudagin gav samgonguni eina afturgongd upp á 6,2 prosent. Afturgongdin er 1,2 prosent størri, enn hon var hinari kanningini, sum er gjørd síðani valið – sum varð kunngjørd í Sosialinum 10. desember í fjør. Í fyrri kanningini klára Sambandsflokkurin seg eisini væl. Hann hevði tá eina framgongd upp á 0,2 prosent. Hetta er tó vent til eina afturgongd upp á 0,3 prosent. Men tað er lítið í mun til stóru afturgongdina hjá Fólkaflokkinum upp á 3,5 prosent og hjá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum upp á tilsamans 1,4 prosent.

Størsta afturgongd
Men hóast Sambandsflokkurin heldur skansan, so kann tað sama ikki sigast um undirtøkuna hjá løgmanni. Tí hon er hevur gjørt eitt lop niður eftir stiganum frá 6,2 til 5,0.
Hetta er áttanda kanningin, sum Gallup hevur gjørt, meðan Kaj Leo Johannesen hevur verið løgmaður. Bert ta einu ferðina hevur hann fingið lægri undirtøku, enn nú. Tað var í august/september í 2010, tá veljarar góvu honum skotsmálið 4,9.
Í februar í 2011 fekk hann skotsmálið 5,5, í apríl fekk hann 5,7, í august 5,9, í september 5,5 og í desember – kanningin eftir valið, fekk hann skotsmálið 6,2 á stiganum frá 1 til 10.
Hetta er sostatt fyrstu ferð, at løgmaður hevur so stóra afturgongd í undirtøkuni.

Samgongan setir botnmet
Taka vit nøgdsemið við samgonguna sum heild, so ger hon eisini eitt lop niðureftir og setir botnmet við 4,1.
Í kanningini frá 30. november í fjør (eftir valið) fekk samgongan bestu undirtøku 4,6. Tað er tað mesta, sum Gallup hevur mált, síðani tey byrjaðu at spyrja upp á hendan mátan í apríl 2010.
Síðani tá hevur undirtøkan fyri fyrstu samgonguni hjá Kaj Leo Johannesen verið ávikavist fyri apríl 2010 4,5, fyri august/september 2010 4,4 og februar 2011 var hon 4,6. Eftir hesa kanningina fór Fólkaflokkurin úr samgonguni, men tað ávirkaði ikki so nógv undirtøkuna, tí tvær tær næstu kanningarnar góvu samgonguni millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin undirtøkuna 4,6. Í kanningini í september 2011 dalaði undirtøkan niður á 4,3.
Fyrra kanningin eftir valið gav nýggju samgonguni hjá Kaj Leo Johannesen aftur hægsa skotsmálið 4,6. Meðan hendan síðsta kanningin gevur samgonguni botnkarakterin 4,1.