Almennu útreiðslurnar mugu tálmast og tað fer at merkjast, staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins á landsfundinum hjá flokkinum í morgun - Tað verður neyðugt hjá okkum at tálma vøkstrinum í teimum almennu útreiðslurnar.
Tað staðfesti Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins á landsfundinum hjá flokkinum á Viðareiði í morgun.
Og hann sigur, at samgongan er longu nú farin undir hetta arbeiði og longu nú tíðliga í summar fáa tey ymsu landsstýrisfólkini at vita, hvussu stóra játtan, tey fáa til taks næsta ár.
Men hann ásannar eisini, at tað verður ikki lætt at tálma vøkstrinum í almennu útreiðslunum.
Tað verður neyðugt at tálma vøkstrinum og at spara og tað fer at merkjast, legði hann afturat.
Málið hjá samgonguni er, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur um 3-5 ár. Men hann staðfesti eisini, at skal tað eydnast, verður tað neyðugt at standa saman.
Og tað er onki at ivast í, at hetta verður ein avbjóðing, tí sambært tí, til tinglimir hava ført fram seinastu tíðina, verður hallið í ár einar 800 milliónir, so tað skulu tøk takast skal tað eydnast at fáa tað burtur hesi næstu 3-5 árini.