Fyrradagin sendi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, góðan bata á Twitter.
Løgmaður skrivaði soljóðandi:
"My thoughts are with the PM Boris Johnson and his family. I wish him a swift and speedy recovery".
Tankar mínir eru hjá Borisi Johnson og familju hansara. Eg ynski honum skjótan bata.
Boris Johnson varð kannaður og staðfestur positivur við koronavirus fyri 13 døgum síðani, og hann var síðani innlagdur á sjúkrahúsi í London og fluttur á intensiva deild.
Á Løgmansskrivstovuni siga tey, at tey eisini fara at senda Borisi Johnson eina veruliga persónliga heilsan umframt hana, tey hava sent á Twitter.