Løgmanssteypið vitjar í No12

Í dag verður stórur steypadagur í Gundadali, tá fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vera á skránni. B36 tekur ímóti TB/FCS/Royn, og HB fær vitjan av AB. Her fyri var HM steypið á vitjan, og nú kemur eitt annað forkunnugt steyp á vitjan, nevniliga Løgmanssteypið.

Í dag verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Báðir dystirnir verða í Gundndali í Havn. Klokkan 16.30 tekur HB ímóti AB, og klokkan 19.15 fær B36 vitjan av suðuroyingum.

 

Í samband við hesar báðar hálvfinalur vitjar sjálvt Løgmanssteypið í No12 á Tórsvølli, har møguleiki verður at taka mynd saman við steypinum. Tiltakið í No12 verður í dag frá klokkan 15.30 til 19.00.

 

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða mikudagin 13. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 25. august klokkan 19:45. Løgmanssteypið, ið spælt verður um nú, varð fyrstu ferð kappast um í fjør. Tá vann NSÍ 1-0 í finaluni móti B36.