Tað er av ringasta veðri kring landið í kvøld, og nú mælir løgreglan staðiliga frá at koyra rekkjukoyring í Vágum, tí veðurlíkindini eru so ring.
- Tað er av ringasta veðri runt allar Føroyar, og fyri løtu síðan vórðu máldir oman fyri 50 metrar um sekundið á Sandavágshálsi, sigur løgreglan.
Í summum bygdum og oyggjum er traditión at koyra tað, sum rópt verður rekkjukoyring, onkran ávísan dag í árinum, og soleiðis plaga vágafólk at koyra rekkjukoyring tollaksmessukvøld.