Løgreglan í Filipsoyggjunum viðgongur, at hon gjørdi nøkur mistøk í sambandi við gíslatøkuna í gjár, sum endaði við, at átta ferðafólk úr Hongkong og filipinski gíslatakarin lótu lív.
-Vit høvdu ikki ta neyðugu útgerðina og brúktu ikki ta røttu framferðina, sigur ovastin fyri løgregluni í Manila, Leocadio Santiago, sum leggur afturat, at løgreglan fer at eftirmeta tilburðin.
Fleiri hava fýlst á, at løgreglan bíðaði 10 tímar við at søkja at tí rænda bussinum, men Leocadio Santiago sigur, at tað var rætt av løgregluni at bíða og at royna samráðingarleiðina fyrst. Tá tann flýddi bussførarin greiddi frá, at gíslatakarin hevði skotið gíslar, valdi løgreglan at leypa á.