Fyrrverandi løgreglumaðurin Derek Chauvin er funnin sekur í at hava dripið tann svarta amerikanaran George Floyd undir eini handtøku í Minneapolis 25. mai í fjør.
Tað er greitt, eftir at ein samt nevningating í gjárkvøldið segði dómin í rættarsalinum við Hennepin County Court.
Chauvin verður funnin sekur í øllum trimum ákærupunktunum, harav tað álvarsamasta snýr seg um dráp. Hann kann fáa upp til 40 ára fongsul, tá revsingin verður ásett um einar tveir mánaðir.
Fyrrverandi løgreglumaðurin var millum annað eisini ákærdur fyri »second-degree manslaughter«, sum svarar til óviljað manndráp á føroyskum.
Peter Cahill, dómari, las avgerðina upp stutt eftir klokkan 22 okkara tíð.
Tá hoyrdist fagnaðarrómur frá fleiri hundrað fólkum, sum vóru møtt framman fyri rættarbygninginum, meðan Derek Chauvin valla lætst um vón, tá lagnan varð avgjørd.
Hann varð stutt eftir dómsavgerðina førdur úr rættarsalinum í hondjørnum.
Tað tók teimum 12 nevningunum góðar tíggju tímar at semjast um avgerðina. Nevningarnir hava í øllum trimum ákrærupunktunum ímóti Derek Chauvin skula funnið semju fyri at kunna døma hann.
Tann 45 ára gamli fyrrverandi løgreglumaðurin hevur undir øllum rættarmálinum noktað seg sekan í øllum ákærum.
Derek Chavin varð ákærdur fyri dráp, eftir at hann í mai í fjør legði knæið á hálsin hjá Floyd í yvir níggju minuttir undir eini handtøku.
Løgreglan royndi at handtaka tann svarta amerikanaran, tí ein handilsmaður hevði meldað hann fyri at gjalda við einum følskum 20-dollarseðli.
Undir handtøkuni segði tann 46 ára gamli Floyd fleiri ferðir, at hann fekk ikki andað, áðrenn hann misti vitið. Hendingin varð tikin upp á video og fór seinni kring allan heimin.
Tað førdi til stórar mótmælisgongur í USA undir navninum »Black Lives Matter«, sum síðani spreddi seg kring allan heimin. Rørslan stríðist ímóti løgregluharðskapi og rasuójavnað.
Rættarmálið ímóti Derek Chauvin hevur vart í tríggjar vikur. Tað hevur verið mett sum eitt sera prinsippielt mál um løgregluharðskap og skipaða rasmisu. Og tað hevur verið við til at geva málinum sera stóran ans.
Dómurin verður sambært tíðindastovuni Reuters fleiri staðini mett sum ein marknasteinur í rasusøguni hjá USA, har løgreglumenn ofta eru fríkendir í málum um løgregluharðskap ímoti svørtum amerikanarum.
Tríggir aðrir løgreglumenn eru eisini ákærdir í málinum. Rættarmálini hjá teimum verða í august.
/ritzau/