Danski løgreglumaðurin Lars Bo Lomholt er skuldsettur fyri embætismisrøkt, tí hann fjaldi ein sjefarahund, sum løgreglan skuldi avlíva, tí hann hevði bitið ein annan hund.
-Vit hava avhoyrt hann og hava skuldsett hann fyri embætismisrøkt og fyri at hava tikið hundin og fjalt hann, sigur Christian Otto hjá tí serliga løgregluákæruvaldinum við Ritzau-tíðindastovuna.
Málið um hundin Thor hevur fingið sera nógva umrøðu í teimum donskum fjølmiðlunum og ikki minst í teimum sosialu miðlunum. Mong halda, at tað er púra burturvið at avlíva hundin, tí talan var um eitt lítið bit, og djóralæknar hava eisini mótmælt avgerðini.
Hinvegin ásanna tey flestu, at lógin er greið. Sambært henni skal Thor avlívast, og sambært lógini var tað skeivt av Lars Bo Lomholt at fjala hundin.
Í samrøðu við TV2 í gjárkvøldið segði Lars Bo Lomholt, at eftir hansara tykki var skaðin, sum hin hundurin fekk av bitinum, so lítil, at tað er ikki nóg mikið til at brúka ta lógargreinina, sum ásetir, at hundurin skal avlívast. Spurdur, um hann var greiður yvir, hvørjar avleiðingar gerð hansara kann fáa, svaraði løgreglumaðurin:
-Í málum sum hesum komi eg í stríð við mín egna moral. Kærleiki mín til djórini vinnur á mínum morali sum løgreglumaður.