Manadagin, sum var 1. oktober, skrivaðu Figgjarmálaráðið og Starvsmannafelag undir sáttmála, sum hesa ferð var óvanliga lagur. Sáttmálin er ein trý ára sáttmáli og gongur fram til 1. oktober 2015.
Starvsmannafelagiið hevur roknað seg fram til, at samanlagt fáa limirnir eina lønarhækkan hesikomandi árini svarandi til 5,5 prosent.
Seinasta ár valdi Starvsmannafelagið at leingja samla sáttmálan eitt ár, tí felagið vildi ikki ganga við til, at limirnir skuldu hava so ójavna lønarhækking.
Men hesa ferð verður munur á, hvat limirnir fáa aftrat, men bara fyrsta árið.
Fyrsta árið fáa øll almenn starvsfólk, sum fáa lønir upp til 32.000 krónur, 440 krónur aftrat um mánaðin, og lønarhækkingin fellur linjurætt uppeftir, soleiðis at tey, sum forvinna 50.000 krónur um mánaðin fáa onga lønarhækking hetta komandi árið.
1. oktober 2013 verður ein lønarhækking á 190 krónur umframt eina hækking á 0,9 prosent, og 1. oktober 2014 hækkar lønin 1,9 prosent.
Gamli sáttmálin gekk út 1. oktober.
30. september klokkan 14 byrjaðu samráðingarnar, og dagin eftir klokkan 15 varð sáttmálin undirskrivaður.