Løgtingið liggur heilt natúrligt í Tórshavn

Ætlanirnar um at samla maritimu útbúgvingarnar á einum stað, nevnliga í Klaksvík, hevur veruliga fingið ilt í borgarstjóran í høvuðsstaði okkara. Hann er ólukkuligur um, at landsins kosnu skulu ditta sær at siga, at nakað skal liggja aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum

Eitt er, at borgarstjórin í høvuðsstaði okkara ikki er meiri visjónsríkur enn, at Føroyar bara skal verða høvuðsstaðurin, men at hann er so blankur søguliga, at hann sigur, at: “... tann lítli Klaksvíkar Sjómansskúli, liggur har, hvørs tilvera í stóran mun skyldast politiskum vælvilja”.

Eg vil upplýsa borgarstjóranum, at Klaksvíkar Sjómansskúli varð stovnaður av privatum undangongumonnum fyri 50 árum síðani, og orsøkin til at hann ikki er vaksin meira, skyldast vantandi politiskum málsetningum og landspolitikarum, hvørs hugburður ikki rúmar meir enn tann hjá Heðini Mortensen. Tað er ikki lítið hesin skúli hevur givið samfelagnum av undangongumonnum innan maritima økið. Undrunarvert er, at borgarstjórin í høvuðsstaðnum ikki fylgir betur við viðurskiftum uttan fyri høvuðsstaðin.

At stovnar liggja í høvuðsstaðnum er ikki av teirri orsøk, at teir hava virkað framúr væl. Tá hugsað verður um Tekniska Skúla í Klaksvík og Klaksvíkar Sjúkrahús, tveir stovnar sum hava verið noyddir at barst fyri lívinum og kortini hava havt orku til at virka framúr væl, vísir hetta dynamikkin, sum verður skaptur, tá stovnar verða lagdir úti um landið.

Gleðiligt var at hoyra í fjølmiðlunum, at politikarar sum heild vóru samdir um, at maritimu útbúgvingarnar natúrligast liggja í næststørsta býi Føroya. Hetta átti bara at verið gjørt fyri meiri enn 20 árum síðani.

Tað er óheppið, at vit ikki fyri fleiri árum síðani hava fingið eina meiri yvirordnaða ætlan um, hvussu vit skulu býta okkara land upp, so vit kundu fingið eitt betri skipað og meiri dynamiskt samfelag. Føroyar eru so lítlar, at skulu vit samla alt á einum stað, sum gongdin hevur verið tey seinastu árini, so haldi eg at vit sum land blíva alt ov fátøk, bæði geografiskt og í menning sum heild.

Eg sum borgarstjóri harmist um, eisini útfrá tí samstarvi eg havi við borgarstjóran í høvuðsstaðnum, at hann sum umboð fyri okkara vakra høvuðsstað, ikki hevur størri ábyrgdarkenslu yvir fyri øðrum pørtum í okkara lítla landi. Hetta kennist fátækt.

Løgtingið liggur heilt natúrligt í Tórshavn, men allir aðrir stovnar kunnu liggja og virka líka væl úti um landið. Spurningurin er bara, hvussu álvarsamt Føroya Løgting og landsumsitingin kenna sína ábyrgd viðvíkjandi útbyggingum í øllum økjum í landinum.

At enda vil eg takka okkara landspolitikarum fyri, at teir hava tikið henda týdningarmikla og fyri alt landið gevandi tátt upp og melda so greitt út.