Fyri sjeyndu ferð í summar var 6-mannafarið Lómur av Argjum við monnum fyrstur á mál. Harvið hevur Lómur vunnið FM við fullum stigatali.
Fyrra helmingin av teininum bjóðaði Riddarin úr Miðvági orduliga av. Riddarin var tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri, tá ið startspurturin var gott og væl av. Men so fót at styttast, og á Molanum vóru bátarnir stavn um stavn. Síðani gekk tað bara ein veg: Lómur legði seg á odda og økti stútt og støðugt um leiðsluna, og á málinum vóru argjamenn væl meiri enn eina bátslongd frammanfyri Riddaran.
Skúgvur vann tøttu kappingina um bronsuplássið við Jarnbard.
Nú er tað rættuliga vátt, og tað eru ikki so nógvir áskoðarar at síggja á góðu áskoðaraplássunum innarlaga á Molanum.
1 Lómur 04:44.22
2 Riddarin 04:48.12
3 Skúgvur 04:55.05
4 Jarnbardur 04:57.17
5 Herningur 05:02.18
6 Sølmundur 05:03.05
7 Strálan 05:11.10
Endaliga støðan
1 Lómur 49 (FM)
2 Riddarin 41
3 Skúgvur 34
4 Herningur 15
5 Páll Fangi 10
6 Jarnbardur 7
7 Gongurólvur 6
8 Sundabáturin 4
9 Sølmundur 4
10 Strálan 1