Ein bólkur av lærarum hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við at kanna samlagstryggingina, sum Føroya Lærarafelag hevur teknað við LÍV.
Teir fílast á ískoytiseftirlønina, ið er ein partur av samlagstryggingini, sum teir meta er órættvís, tí teir eldru lærararnir fáa nógv meira burturúr peningaliga enn teir yngru.
Teir yngru lærararnir føla seg fyri vanbýti í nýggju tryggingini, og teir mæla til, at ískoytiseftirlønin verður beind burtur. Ískoytiseftirlønin er eitt gjald á 100.000 krónur, sum lærarar fáa, tá teir koma til eftirlønaraldur.
Yngru lærararnir hava arbeitt við at savna undirskriftir inn, so at nevndin skal kalla inn til eykaaðalfund fyri at viðgera samlagstryggingina. Enn eru teir ikki komnir á mál við undirskriftunum, men hóast tað hevur lærarafelagið kallað inn til eykaaðalfund av sínum eintingum.
Aðalfundurin verður 2. desembur í Læraraskúlanum, men formaðurin í nevndini, Elsa Birgitta Petersen, vil ikki almannakunngera enn, hvat fundurin fer at snúgva seg um. Elsa Birgitta sigur tó, at samlagstryggingin verður á skránni.
- Vit arbeiða við at gera eina endaliga skrá til eykaaðalfundin, og tá hon er búgvin, sleppa álitisfólkini at síggja hana. Álitisfólkini eru okkara samband út á økini, og tey skulu síggja skránna fyrst, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Hevur nevndin í Lærarafelagnum lagt nakra ætlan, hvat tit ætla við samlagstryggingini?
- Tað er ein aðalfundarsamtykt við samlagstryggingini, og nú mugu vit síggja, hvat ein annar aðalfundur sigur viðvíkjandi henni, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Hví hava tit mett, at tað er neyðugt at kalla inn til eykaaðalfundar?
- Eg fari ikki at siga fjølmiðlunum tað fyrst, tí tað er nakað, sum er millum okkara limir og álitisfólkini. Tað er best, at álitisfólkini verða kunnað fyrst, sigur formaðurin.
- Nú skulu vit boða øllum limunum frá, at tað er eykaaðalfundur, og vit hava biðið um at fáa mál til skránna send inn, og tí bíða vit eftir, sigur Elsa Birgitta.
Tað liggur tó nær at hugsa sær, at høvuðsmálið á aðalfundinum verður samlagstryggingin, sum stór ónøgd hevur verið við, serliga millum teir yngru lærararnar.
Avtalan við samlagstryggingini við LÍV er framvegis galdandi, men tað liggur í kortunum, at hon verður broytt, ella at okkurt hendir viðvíkjandi tryggingini.
Lærarar hava eisini sett nevndini nakrar fyrispurningar viðvíkjandi samlagstryggingini, sum teir enn ikki hava fingið svar uppá.