Lýsingarorðini eru mong og góð

Frem venjarin, Ebbe Skovdahl, ivast ikki í, at dygdirnar hjá Jón Róa gera, at hann eigur spennandi framtíð í fótbólti

Jóannes Hansen
??????????????
Tað er næstan ikki endi á posi-tivu lýsingarorðunum, tá ið Frem venjarin, Ebbe Skovdahl, verður spurdur, hvat hann heldur um nýggja føroyska spælaran. Ebbe er ikki hvør sum helst. Í mong ár var hann venjari í Brøndby, og hann hevur eisini roynt seg í Benfica í Portugal og í Aberdeen.
? Tá ið vit sunnudagin spældu ímóti Dalum, bar tað ikki til at síggja, at Jón Rói spældi fyrsta landskappingardystin í næstan eitt ár. Hann er sera væl fyri, og eg síggi hann sum ein framtíðar spælara. Vónandi verður hann við til at spæla Frem aftur í superliguna, og eg ivist onga løtu í, at hann verður góður styrkur fyri okkum har, sigur Ebbe Skovdahl, og harvið letur hann ongan iva vera um, at Frem er áhugað í, at Jón Rói skal halda fram í felagnum, eftir at eitt ára sáttmálaskeiðið verður lokið.
Um Jón Rói verður áhugað-ur í at halda fram er ein annar spurningur, sum spælarin heldur vera ov tíðliga at taka støðu til.
Hvørjar dygdir heldur tú, at Jón Rói Jacobsen hevur?
? Menniskjaligu eyðkennini hjá honum gera, at hann ongantíð dettur niður ímillum. Hann er eyðmjúkur og klókur, tekur uppgávuna í stórum álvara og er altíð hundrað prosent savnaður um hana.
Og á leikliga økinum?
? At hann hevur verið skaddur so mikið leingi ber við sær, at bóltførleikin kann betrast. Jón Rói hevur stórt taktiskt medvit. Hann dugir væl at skipa verjuspælið, og so hevur tað rættuliga stóran týdning fyri meg og liðið, at hann er so góður fram eftir vøllinum. Tað er ein dreymur hjá venjaranum at hava spælarar í miðverjuni, sum umframt at duga væl at verja eisini eru førir fyri at vera við í álopsspælinum. Tað megnar Jón Rói.
Ebbe Skodahl er mammu-beiggi Michael Laudrup, sum er venjari í Brøndby. Hann hevur ikki sæð Jón Róa Jacobsen spælt nakað serligt í Brøndby, men hann sigur seg hava spurt seg fyri har:
? Eg var venjari í Brøndby í nógv ár, so eg kenni felagið væl. Skoðsmálið teir geva Jón Róa er gott. Eg haldi, at tað var skilagott hjá honum at flyta til okkra fyri at fáa glið aftur á spælið. Hann hevur longu prógvað, at hann er fongur fyri okkum, og hann hevur møguleikar at røkka langt, staðfestir Ebbe Skovdahl.