Løtan er búgvin at fyrireika teg til 31. mai - Altjóða tubbaksfría dagin

Tíðinsaskriv

Fyribyrgingarráðið

 

 

Fyribyrgingarráðið skal við hesum siga frá, at evnið fyri Altjóða tubbaksfría dagin hjá í ár er: “Smoke-free inside”, sum vit hava týtt til:

 

“Roykleysur innanhýsis”.

 

Heimsheilsustovnurin WHO stuðlar á hvørjum ári Altjóða tubbaksfría dagin

Fyribyrgingarráðið fer at nýta høvið at heita á øll um at gera arbeiðspláss og heim roykleys tann 31. mai. Roykleyst umhvørvi verjir heilsuna og stuðlar roykjarum, sum ætla sær at leggja av. Er arbeiðsplássið ella heimið longu roykleyst, fegnast vit um tað saman við tykkum.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur prentað ein faldara til Altjóða tubbaksfría dagin 2007. Hann er tøkur á enskum og fronskum á:

 

HYPERLINK "http://www.who.int/tobacco/resources/publications/wntd/2007" www.who.int/tobacco/resources/publications/wntd/2007

 

Faldarin ger vart við nógvar áhugaverdar sannroyndir og nýggjan kunnleika um ta ávirkan, passivur roykur hevur:

- Eftir kanningum at meta doyðu 80.000 fólk í 25 evropiskum londum í 2002 orsakað av sjúku, sum stendst av passivari royking.

- Eftirmetingar floyma eisini alsamt inn úr Írlandi, Nýsælandi og Noregi, sum vísa, at lógir, ið banna royking fullkomiliga, bøta heilsuna og hjálpa roykjarum at leggja av. Hesar lógir eru væl umtóktar bæði millum roykjarar og ikki-roykjarar og hava onga fíggjarliga ávirkan skeiva vegin á mat- og vínstovuvinnuna.

Heimsheilsustovnurin mælir øllum londum til at seta í verk lóggávu, sum krevur, at innandura arbeiðspláss og almenn støð skulu vera 100% roykleys. Stovnurin staðfestir, at hesar lógir eiga at galda um allan heim og veita øllum somu verju. Stovnurin vónar eisini, at fólk fara at gera síni egnu heim roykleys til tess at verja heilsuna hjá okkum øllum, ikki um at tala børnunum.

Støð, ið loyva royking innandura í Føroyum, eru nógv meira dálkað enn innandura luft, har ikki verður roykt. Hon er enntá skitnari enn uttanduraluft. Starvsfólk og almenningur anda í seg skaðiligar nøgdir av evnum, vit vita elva krabba, og eiturevnum har, ið royking er loyvd. Tiltøk, ið banna innandura royking, minka stórliga um tann passiva roykin, folk anda í seg, og tey bøta um almennu heilsuna. Seinastu innandura luftkanningarnar vístu, at gevast vit at roykja innandura, so lýkur okkara luft lættliga øll altjóða fyrisett mát.