Fyrr í morgun varð ein grind funnin út fyri Skálatoftir á Borðoynni. Grindin varð rikin inn á Hvannasund, har hon varð hildin til fyri eini løtu síðanil
Mett varð at talan var um einar 40 hval, men nú grindin er deyð vísir tað seg, at tað er ikki so frægt sum tað, tí talan er ikki um meiri enn níggju hvalir, sum hava lagt beinini.
Norðdepil fyllir 150 í ár og føðingardagurin verður hildin um vikuskiftið. Sostatt er stórur partur av Norðdepli og Hvannasundi upptikin í tí sambandi.
Tí var ætlanin at flyta hvalirnar til Klaksvíkar at skera upp. Men av tí, at talan er um so lítla grind, verður skorið upp í mølini, har hon doyði.
Og sýslumaðurin sigur, at av tí, at talan bara eru um níggju hvalir, verður hesa ferð bara býtt í rakstrarpartar, og tað vil siga, at bara bátarnir, sum vóru við at reka grindina, fáa part
Annars varð ein grind eisini funnin í Djúpunum í gjárkvøldið, men hon var so lítil, at avgjørt varð at lata hana fara.