Minnir
Tórshavn:
Hóast lønin var lítil, og orðaskiftið mangan bæði beiskt og persónligt, valdu nøkur fólk at gerast politikarar burturav. Tað var mest av idealismu, halda trý politikarabørn frá fimmti- og sekstiárunum, sum Sosialurin hitti í Havn mikudagin.
Tey hava tað felags, Hildur Patursson, Bergur Dam og Elin Lindenskov, at øll trý eru uppstillað til løgtingsvalið komandi. Men meira enn so. Tey hava øll átt og eiga pápar, sum hava sitið á Løgtingi, í landsstýrinum og á Fólkatingi. Ávikavist Erlend Patursson, Petur Mohr Dam og Jákup Lindenskov.
?Eg minnist væl, hvussu fast tað tók at hoyra orðaskiftið, tá tingmenn løgdu pápa mín undir líkt og ólíkt. Eg helt tað vera so ónærisligt, og tað neit at sálini, sigur Hildur Patursson, sum fær viðhald frá Bergi Dam, meðan Elin Lindenskov, sum er eitt sindur yngri enn hini bæði, ikki minnist slíkar løtur.
?Kann vera, at tey tíggju árini hava siviliserað føroyskar politikarar so mikið, at tað ikki kom fyri, heldur hon.
Nógv fólk
Tey bæði, Hildur og Bergur, minnast nógv fólk heima við hús. Nógv varð tosað og dúgliga kjakast, men ongantíð vita tey seg hava hoyrt nakað persónligt briksl heima, siga tey.
Elin har aftur í móti minnist best til, at alt gekk fyri seg í telefon, tá pápin var vorðin landsstýrismaður.
?Telefonin ringdi alla tíðina, og vit báðar systrarnar vórðu settar at taka hana. Eitt slag av telfondamum hjá pápa.
Einaferð, yngra systirin tók telefonina, man hon hava hildið, at nú var nóg so ófriðaligt, tí hon svaraði, at tað var jólatræið á Vaglinum.
?Tað var einastu ferð, eg minnist pápa ordiliga illan, sigur Elin. Vit fingu at vita hart og týðuliga, at soleiðis fór ein ikki við fólki.
Hildur greiðir frá, at heima hjá teimum komu floksfelagar Erlends, eins og sera nógv annað fólk, millum annað tí, at prenstsmiðjan hjá Fjúrtanda var í sama húsi. So har var rættiliga lívligt.
?Vøgguvísan var tann gamla prentmaskinan, sum slóg síni tungu sløg undir høvdalagnum.
Eisini heima hjá Peturi Mohr Dam á Tvøroyri kom rættiliga nógv fólk, minnist Bergur.
Sagt varð um elstu systrina, greiðir hann frá, at tað fyrsta, hon skuldi duga at siga, var setningurin: »Dam inni?«, sum var tað, øll hesi fólkini, sum komu á gátt í ymsum ørindum, spurdu, tá latið varð upp.
Sosialur stovnur
Politikarin var beinleiðis ein sosialur stovnur í teirri tíðini, minnast tey aftur á. Fólk komu í øllum møguligum ørindum, sum politikarin so royndi at hjálpa teimum við.
Elin Lindenskov veit at siga, at tað hevur hildið sær rættiliga langt upp í tíðina, tí sjálvt í hennara tíð sum formaður í Sosialu Nevnd Tórshavnar Býráðs, hevur hon upplivað, at fólk líkasum hava væntað, at hon skal hjálpa teimum, eins og gjørt varð, tá pápin var ungur politikari í sekstiárunum.
Jú, heldur Bergur, at Petur Mohr Dam, eisini meðan hann var løgmaður, í stóran mun virkaði sum sosialráðgevi hjá nógvum fólki.
Hann veit um dømi, har fólk hava heitt á Dam um at hjálpa sær við heilt ítøkiligum smálutum so sum at fáa skógvar upp á føturnar.
Og tey fingu svar, minnist Bergur. Dam plagdi at sita úti í Tinganesi og svara brøvum persónliga. Bæði áðrenn arbeiðstíð um morgunin eins og seint út á kvøldið.
Hjartað var stórt hjá nógvum, veit Hildur Patursson at siga. Hon minnist aftur á serliga ein tingmann av bygd, sum plagdi at koma til teirra. Maðurin var fiskimaður og misti beinleiðis inntøku av at vera tingmaður. Hevði nokk at síggja til heima, men kom kortini altíð við onkrum til børnini hjá Erlendi, tá hann regluliga vitjaði har, meðan hann var í Havn í tingørindum.
Happað
Fólk vóru viðhvørt beinleiðis órein, minnast tey bæði Hildur og Bergur. Um tað var av fávitsku ella við vilja, er ikki til at siga, men børnini hjá politikarunum vórðu ofta beinleiðis happað, tí pápin var tann, hann var.
Hildur minnist, at úti í Hornabø, har tey búðu, var tað so galið, at tað vóru børn, sum beinleiðis fingu forboð at spæla á stykkinum hjá Elendi. Tað kundi vera farligt.
Bergur minnist aftur á, at í skúlagarðinum var ikki altíð líka stuttligt at vera fluttur av Tvøroyri til Havnar og vera sonur løgmans.
?Eg hevði nógvar bardagar, áðrenn eg fekk sett meg í respekt. Men tað, sum verri var, var at tað vóru summir lærarar, sum vóru minst líka ringir sum børnini.
Elin hinvegin kennir einki til nakað sovorðið, hóast onkur viðmerking er fallin soleiðis av og á.
Vónirnar
Tey eru eitt sindur ójøvn á máli um, hvørjar vónir vórðu settar til teirra og teirra politisku framtíð.
Tað er líkasum, at Bergur er tann, sum hevur hoyrt mest um, at hann skal vera politikari, tí hann var drongur. Tær báðar, Hildur og Elin, vita líkasum ikki av slíkum, hóast okkurt hevur verið nevnt.
Bergur veit eina søgu at siga frá, einaferð hann var inni í einum húsi í Havn, har spurt varð, um hann skuldi vera næsti løgmaðurin. Hann hevur tá verið eini tíggju ára gamal ella so, og svaraði rættiliga knapt aftur, at tað verður so ikki næstu ferð.
Tað var so mikið hvast, sigur hann, at konan í húsinum, sum fór at læa at hesum, heilt ofta hevur mint hann á tað aftur síðan.
Framtíðin
Øll eiga tey børn í ymsum aldri, sum kortini eru politiskt tilvitað, siga tey. Men eingin teirra heldur, at børnini skulu ávirkast til at taka nakra politiska avgerð.
?Tað er ikki óhugsandi, at tey fara at venda sama veg sum foreldrini, men ikki vist kortini, heldur Hildur Patursson.
Bæði Bergur og Elin siga hinvegin, at teirra børn tykjast hava somu politisku sannføring, sum tey sjálv hava.
Hóast eingin teirra hevur verið valdur á Løgting - Hildur hevur tó í fleiri umførum sitið sum varalimur - ætla tey ikki at gevast í politikki soleiðis. Elin Lindenskov er býráðlimurí Havn, men hevur ongantíð stillað upp til løgtingsval áður.
Tey viðganga, at tað er við ávísum spenningi, at bíðað verður eftir uppteljingini. Tí tað ger nú ikki tað sama, um atkvøðutalið er høgt ella lágt, siga tey.