Aftur í ár verður Víkingafestivalur í Hovi, og í ár verður tiltakið í døgunum, 31. mai, 1. juni og 2. juni, sum er fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin í næstu viku. Tiltakið verður sett fríggjadagin hin 31. mai klokkan 17, og tað verður Lív Næs, sum fer at seta stórsligna festivalin.
Longu ein tíma fyri sjálva setanina fríggjadagin letur ein Víkingamarknaður upp, og tá fara víkingarnir eisini at vísa, hvussu ymiskir lutir verða tilevnaðir. Húsið á Mýri fer at selja køkur, kaffi og te, og harumframt verður søla av toast, tvíflís og øðrum, og her letur upp klokkan 16.
Barnaøkið letur eisini upp klokkan 16 fríggjadagin, og her verður opið til klokkan 18. Á barnaøkinum verður eitt nú høvi at snara víkingahjólinum og vinna ymiskar leikur. Her verður bogaskjóting, leitan eftir gimsteinum og rimabond verða kastað. Leygardag klokkan 15 og sunnudag klokkan 14.30 fer Janus á Húsagarði at tekna saman við børnunum.
Fríggjakvøldið verður eisini Barr Quiss á Mýri, og kvøldið endar út á leygarnáttina við, at Janus á Húsagarði spælir tónleik á Mýri.
Tíðliga seinnapartin leygardagin stevna Grindabátar úr Vági inn á Hov, víkingamarknaður letur upp, og víkingarnir fara aftur at vísa, hvussu ymiskir lutir verða tilevnaðir.
Klokkan 13 leygardagin verður eitt serstakt tiltak. Tá verður minnissteinur yvir Leiv Øssursson avdúkaður, og her fer Jónsvein Bech, prestur, at halda røðu.
Ymisk víkingatiltøk verða í bygdini gjøgnum dagin.
Klokkan 18 leygardagin fara Brekkucatering at grilla heil lomb yvir opnum eldi, og klokkan 20 verður bál og føroyskur dansur við Jómsvíkingum. Á midnátt fara Hans Jakku Hjelm & Vinmenn at spæla til dans.
Sunnudagin eru fleiri av Víkingatiltøkunum aftur á skránni, og klokkan 13 fer Húsið á Mýri at hava opið við sølu. Klokkan 14 fara Víkingarnir at vísa fram vápnaleik, har øll eru vælkomin at luttaka. Sunnudagin klokkan 15 verður eisini Víkingaveiða fyri børnum, har leitað verður eftir silvurmyntum.
Víkingadagar enda sunnudagin klokkan 16.
Meðan Víkingadagar eru í Hovi, verða eisini tvær íslendskar spákonur at hitta á økinum frá fríggjadegnum klokkan 16 til sunnudagin klokkan 16.