Lívmóðurhálskanning kann bjarga fleiri kvinnum

Alt ov nógvar danskar kvinnur sýta fyri at taka av tilboðnum um regluliga kanning fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum, og tað kann kosta teimum lívið Tað skrivar læknablaðið Ugeskrift for Læger.

Blaðið sipar til eina kanning, sum vísir, at 63 prosent av teimum kvinnunum, sum doyggja av krabbameini í lívmóðurhálsinum, hava ongantíð verið til kanningar.

Í kanningini verður staðfest, at kvinnur, sum ikki taka av tilboðnum um kanning, eru vorðnar so sjúkar, tá sjúkan endiliga verður staðfest, at tað er torført at bjarga lívi teirra.