La Liga-forseti krevur at Infantino leggur frá sær

Javier Tebas heldur, at trupulleikin í FIFA snýr seg ikki bara um eitt einstakt mál, men um sjálvan leiðsluháttin hjá Gianni Infantino.

Javier Tebas hevur fleiri ferðir heitt á Gianni Infantino um at leggja frá sær sum FIFA-forseti. Mynd: Pau Barrena/Ritzau Scanpix.

Forsetin í sponsku fótbóltsdeildini La Liga, Javier Tebas, krevur nú, at Gianni Infantino leggur frá sær sum forseti í Altjóða Fótbóltssamgonguni, FIFA.

 

Í einum uppslagi á X skrivar Tebas, at tað ikki er nóg mikið, at Infantino hevur tikið aftur uppskotið um at selja partar av kappingunum hjá FIFA til privatar íleggjarar.

 

– At taka uppskotið aftur broytir ikki alt tað, sum er hent. Hetta er bara toppurin á ísfjallinum, skrivar Tebas.

 

Hann heldur, at trupulleikin er nógv størri enn eitt einstakt mál.

 

– Trupulleikin er ein leiðsluháttur, sum savnar valdið á ov fáum hondum, minkar um innlit og eftirlit og setir tey til viks, sum verða beinleiðis ávirkað av avgerðunum, skrivar hann.

 

Sambært Tebas hevur altjóða fótbólturin tørv á nýggjari leiðslu.

 

– Fótbólturin hevur brúk fyri einari nýggjari leiðslu, sum nútímansger stýringina av FIFA, endurreisir álitið á stovnin og tekur avgerðir í samstarvi við viðkomandi partar í staðin fyri at trýsta tær ígjøgnum einsíðis, sigur La Liga-forsetin.

 

Javier Tebas hevur eisini áður heitt á Infantino um at leggja frá sær, men tá ásannaði hann, at tað var lítið sannlíkt.

 

Nú heldur hann tó, at støðan er broytt. Leygardagin boðaði UEFA frá, at evropiska fótbóltssamgongan ikki longur hevur álit á FIFA-forsetanum.

 

Gianni Infantino hevur verið forseti í FIFA síðani 2016. Næsta forsetavalið verður í mars 2027, og enn er eingin almennur mótvalevni boðaður frá.

 

Javier Tebas hevur fleiri ferðir heitt á Gianni Infantino um at leggja frá sær sum FIFA-forseti. Mynd: Pau Barrena/Ritzau Scanpix.