Tað var um aldarskiftið, at skipanin við sonevnda lokagjaldinum varð sett í gildi hjá Føroya Lærarafelag. Talan er um skipan, har lærar gjalda inn til eina skipan, sum so gevur teimum 100.000 krónur, tá tað gerast 67 ár.
Stórar atfinningar hava seinastu tíðina verið at skipanini, tí hon gevur so stórt hall. Men á aðalfundinum í dag atkvøddu 280 limir í Føroya Lærarafelag fyri at taka av skipanina. 61 atkvøddu ímóti, 6 atkvøður vóru blankar og 2 ógyldugar