Lætt at koyra lastbil

Ikki teljast nógvar kvinnur millum lastbilførararnar í Føroyum, mein Heidi Lisberg av Økrtum tók longu stóra koyrikortið í 1986

Dagfinn Olsen


Ikki mangar kvinnur hava sítt dagliga yrki í einum lastbili, men Heidi Lisberg er ein teirra.

? Eg haldi ikki, eg var tann fyrsta kvinnan, ið tók koyrikort til lastbil í Føroyum, men kvinnur við stóra koyrikortinum halda seg oftast til at koyra buss, sigur Heidi Lisberg.

? Ætlanin var eisini bert at koyra buss, sigur Heidi, ið er ættað av Økrum.

? Pápi mín koyrdi buss millum Vág og Sumba, og eg tók so stóra koyrikortið í 1986 og koyrdi síðani eisini bussin.

Men tey síðstu árini hevur hon koyrt lastbilin hjá beiggja sínum. Í løtuni fer vegarbeiði fram í Sumba, og har telist Heidi millum førararnar í stóru lastbilunum.

? Fólk hyggja eitt sindur og undrast, tí tey eru ikki von at síggja kvinnur koyra lastbil, sigur Heidi, men hon heldur ikki, at starvsfelagarnir leggja í, at hon er kvinna.

Spurd um hetta ikki er sokallað mannfólkaumhvørvi sigur hon, at tað er tað helst, men henni dámar væl.

? Ein skal bara duga at taka teir, sigur Heidi um manligu starvsfelagar sínar. Tað fellur henni ikki tungt at seta seg aftan róðrið í stóra lastbilinum.

? Tað er lættari at koyra lastbil, enn persónbil, tí ein hevur betri útsýni ella »yvirblikk«, sigur Heidi Lisberg í stuttum práti í kaffisteðginum.