Lagnuløtan hjá NSÍ

Christian Høgni Jacobsen skoraði tvær ferðir upp á brotsspark í Sørvági næstsíðsta vikuskifti. Tá vórðu bæði skotini sett til høgru fyri skjúttan. Hesa ferð valdi Christian Høgni hitt borðið.

- Eg veit ikki, hví eg gjørdi tað. Málverjin snýtti meg eitt sindur, og skotið var vánaligt. Um eg hevði havt skorað, so rokni eg við, at vit høvdu havt vunnið. Tá høvdu teir verið noyddir at verðið meiri álopssinnaðir, og so hevði verið meiri pláss hjá okkum, staðfestir landsliðsspælarin, sum ikki ivaðist í at skjóta, hóast brotssparkið varð framt móti honum.                      Christian Høgni ásannar, at teir høvdu gott tak á spælinum fyrstu løtuna, og at teir eftir misnýtta brotssparkið ikki megnaðu at varðveita takið.