Land í eygsjón broytir skrá

Í komandi mánað verður afturvendandi norðurlendska vikan Land í Eygsjón hildin í Norðurlandahúsnum og hesaferð er tað Noreg, sum er í miðdeplinum.

 

Í komandi mánað verður afturvendandi norðurlendska vikan Land í Eygsjón hildin í Norðurlandahúsnum og hesaferð er tað Noreg, sum er í miðdeplinum.

 

Eitt av tiltøkunum, ið plagar at vera á Land í Eygsjón, er ein klassisk konsert, við einum dugnaligum tónleikara úr onkrum av grannalondunum.

 

Í fjør var tað violinspælarin Pekka Kuusisto úr Finnlandi, ið framførdi saman við symfoniorkestrinum. Í ár var ætlanin, at dugnaliga norska trompetleikarinnnan Tine Thing Helseth skuldi spæla, men henni er nú borið undan.

 

Norðurlandahúsið boðaði í farnu viku frá, at vegna forfall kemur Tine Thing Helseth ikki til Føroya. Í staðin hevur Norðurlandahúsið fingið fatur á einans 20 ára gomlu Guro Kleven Hagen, ið spælir violin.

 

Bert 17 ára gomul spældi norska Guro Kleven Hagen sína fyrstu violin konsert við Oslo Filharmoniske Orkester og hevur síðani spælt við øllum teim fremstu skandinavisku orkestrunum og nú eisini við Føroya Symfoniorkestri. Hóast bert 20 ára gomul hevur hon vunnið ørgrynnu av virðislønum og útgivið solo fløgu við violinkonsertum eftir Prokofiev og Bruch. Saman við Føroya Symfoniorkestri fer hon at framføra verk eftir Tchaikovsky og Svendsen á konsertini í Norðurlandahúsinum.