Landið skal hava eina 10 ára løguætlan

Landsstýrið vil gera langtíðarætlan fyri almennar íløgur, so verkætlanir verða betur raðfestar.

Føroyskar almennar byggi- og løguverkætlanir skulu í framtíðini skipast eftir einari langtíðarætlan.

Tað boðar landsstýrið frá í ólavsøkufrágreiðingini.

Ætlanin er at gera eina løguætlan, sum røkkur tíggju ár fram í tíðina og skal geva bæði myndugleikum og vinnuni greiðari karmar.

Sambært landsstýrinum er endamálið at fáa eina betri og meira skipaða raðfesting av teimum stóru íløgunum hjá landinum.

Fíggjarmálaráðið skal leiða arbeiðið saman við øðrum viðkomandi myndugleikum.

Samstundis verður arbeitt við einum nýggjum fíggjarpolitiskum regluverki, sum skal seta greið mørk fyri, hvussu nógv raksturin hjá landinum kann vaksa.

Landsstýrið ætlar eisini at fara undir eina skipan við avskriving av almennum ognum, so roknskapurin gevur eina meira rættvísandi mynd av virðunum hjá landinum.