Landsbanki Føroya

Heri Mohr
----

Við løgtingslóg nr. 57 frá 2.oktober 1978 varð Landsbanki Føroya settur á stovn. Leiðslan í bankanum skal vera: eitt umboðsráð við 11 limum, 5 valdir av Føroya Landsstýri og 6 av vinnufeløgum. Umboðsráðið velur eina nevnd við 5 limum. Landsstýrið skal seta stjóran eftir tilráðing. Landsstýrið ger viðtøkur til bankan.
Umboðsráðið varð valt og fór til verka - kanska eina mest við nógvum fundum. Rúm tíð gekk, fleiri ár, áðrenn landsbankin veruliga fór at virka. Bankin, ið tá helt til Yviri við Strond í einum húsum hjá Menningargrunninum, hevur skift bústað nakrar ferðir; sambært telefonbókini er hann nú í einum øðrum húsi Yviri við Strond.
Við heimastýrislógini í 1948 broyttist nógv í Føroyum. Eitt nú fingu vit ein landskassa við nýggjum og stórum heimildum á tí fíggjarliga økinum, sum varð umsitið av Føroya Gjaldstovu við beinleiðis referencu (tilvísing) til løgmann. Allur almennur peningur og øll almenn innlán og útlán í og úr landskassanum og úr stórum tali av grunnum vórðu væl og virðiliga umsitin av gjaldstovuni.
Gjaldstovan gav løgmanni regluliga skrivlig boð um landskassans gjaldføri eina ferð um vikuna (ella var tað kanska eina ferð um mánaðin?) Sjálvur vitjaði løgmaður javnan á gjaldstovuni.
Samstundis við heimastýrislógini viðtók løgtingið lóg um Føroya Gjaldstovu í mars mánaði 1949. Við tilráðing frá landsstýrisliminum við fíggjarmálum avtók løgtingið lógina um Føroya Gjaldstovu í 1987, uttan at stjórin á gjaldstovuni varð spurdur til ráðs.
Yvirhøvur má sigast, at Í 80-unum hómaðist ein hóttan – eins og demoklessvørðið á hestahárinum – móti landskassanum og alla sømiliga tilveru í Føroyum. Av tí at talan var um eina líðandi, men áhaldandi, tilgerðartíð, vóru tað bert fá, ið dugdu ella vildu síggja tað ómetaliga lágtrýstið, sum seyg seg um okkara oyggjar.
Í 1992 slitnaði so hestahárið, og svørðið fór lúkst í mønina.
Á síðu 127-153 í mínari bók ”Endurminningar” royni eg at greiða frá ”Inferno og ruðuleiki í almennari fyrisiting í Tinganesi. Landskassin verður privatiseraður og koppar.”

Føroya Gjaldstova umsat allan almennan pening – øll inngjøld og øll útgjøld – og allar landskassans peningaognir, herundir allar teir mongu (uml.80) grunnarnar og teirra útlán. Afturat hesum umsat gjaldstovan alla innkrevjing av skatti, tolli, barnapeningi (alimentatión), lánum til lesandi og nógv annað.
Í smædni sagt: alt hetta varð umsitið professionelt við framkomnum amboðum og dagført eftir politiskum og tíðarinnar krøvum. Øll neyðug kartotek vórðu so við og við gjørd alt eftir tørvi og dagførd dag um dag – eisini í tíðini áðrenn edv á hesum økjum gjørdi vart við seg á gjaldstovuni, t.v.s. umleið 1980.

Hóast løgtingið viðtók lógina um at stovna ein landsbanka í 1978, er landsbankin ikki at finna í landskassans ársroknskapum fyrr enn í 1994.
Við árslok 1993 átti landskassin 815 milliónir innistandandi í føroyskum peningastovnum. Av hesari innistøðu vóru 653 milliónir bundnar, pantsettar. Hetta kravdu bankarnir – Føroya Banki og Sjóvinnubankin – fyri at fíggja landskassans effektivu veðhaldsskyldur og upphøgging av skipum. Umframt hesar pantsetingar settu bankarnir onnur krøv mótvegis landsstýrinum, sum soleiðis kom undir administratión av nevndu bankum.
Løgtingið gav valla loyvi til eina slíka pantseting og ómynduggerð av landsstýrinum mótvegis tveimum bankum?
Bankarnir fóru sum kunnugt á heysin saman við landskassanum.
Tað var um hetta mundið, at statskassin bjargaði einum niðurundirkomnum, pantsettum landskassa og øllum peningakervinum í Føroyum.


Við heimild í løgtingslógini um Landsbanka Føroya hevur landsstýrið ”pantsett” skattaborgaranna pening soleiðis, at ein upphædd svarandi til 15 % av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári er bundin í landsbankanum. Tað snýr seg um milliardaupphædd. Eina slíka niðurbinding av landskassans gjaldføri tolir okkara vælferðarsamfelag als ikki. Sjón gongur fyri søgn.
Landsstýrið ætlar nú við løgtingsins loyvi at niðurleggja Føroya Landsbanka og at flyta alt økið aftur til Føroya Gjaldstova, har tað var í 45 ár. Tann dugnaligi bankamaðurin Jørn Astrup Hansen er ikki í iva: Landsbankin er í roynd og veru ein glantrileikur.
Ein hittinorðaður, ið hevði lisið greinina hjá Jørn Astrup Hansen, helt, at hann átti at enda greinina, sum øll ævintýr enda: Snip snap snude, så er historien ude.
Hetta hevur annars kostað skattaborgaranum dýrt. Men tann veruliga orsøkin til, at landskassin í fleiri ár hevur havt áhaldandi rakstrarhall, uppstóð við tí famøsa niðurskurðinum av ríkiskassablokkinum 1. januar 2002. Eitt gamalt hittinorð ljóðar nakað soleiðis: ”Tað er eins lætt at lumpa seg sjálvan uttan at merkja tað, sum tað er trupult at lumpa onnur, uttan at tey merkja tað.”