Landsliðið hevur vant í Slovenia

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at tað regnar illa í Slovenia og tað hevur tað eisini gjørt seinastu dagarnar.

Tí var tann annars góði vøllurin, ikki tann besti at venja á. Og líkt er til, at føroyingarnir í Slovenia bara skulu venja seg við veðrið, tí í heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum siga tey seg skilja, at tað helst fer at regna næstu dagarnar eisini.

 

Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum klokkan níggju í morgun, og umvegis Billund í Danmark, komu teir til Slovenia seinnapartin í dag.