Umframt at standa á odda fyri føroyska landsliðnum, verður avbjóðingin hjá Lars Olsen at menna føroyskan fótbólt sum heild.
Tað ger Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, púra greitt. Hann skrivaði undir sáttmála við Lars Olsen seinnapartin, galdandi fyri næstu tvey árini.
- Hann skal verða virkin partur av Fótbóltssambandinum sum heild. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Tað eru royndir, sum vit skulu læra av. Lars Olsen fer at samstarva við føroyskar fótbóltsvenjarar sum ráðgevi og taka lut í okkara ungdómsarbeiði. Tað vil siga, at hann skal ikki bara hugsa um manslandsliðið, men um føroyskan fótbólt, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum.
Allan Mørkøre, fyrrverandi landsliðsspælari, hevur virkað sum venjari seinastu árini. Hann vónar, at Lars Olsen fer at gera meira vart við seg enn Brian Kerr í heildarmenningini av føroyskum fótbólti.
- Brian Kerr var tíverri ikki serliga sjónligur millum fótbóltsvenjarar, og vit fingu ongantíð møguleika at súgva hansara drúgvu royndir til okkum, sigur Allan Mørkøre, sum vónar, at tað fer at gangast væl við Lars Olsen sum landsliðsvenjara.
- Hann hevur nógvar royndir, og hann kann geva føroyskum fótbólti nógv, sigur Allan Mørkøre.