Føroyska A-landsliðið í fótbólti, sum í løtuni er á venjingarlegu í Cadiz í Spania, leikti seinnapartin týsdagin sín næsta venjingardyst á túrinum. Mótstøðuliðið var russiska liðið Rostelmash, ið til dagliga leikar í bestu russisku deildini. Úrslitið av dystinum var, at russar vunnu 2-?1.
Føroyingar vóru nær við at leggja seg á odda longu í 5. min., tá ið ungi KÍ leikarin, Heðin á Lakjuni, úr bert 5 metra fjarstøðu smekkaði uppum eftir innlegg úr høgru. Tá okkurt um 30 min. vóru leiktir, var tað Øssur Hansen, sum úr 30 metra fjarstøðu sendi eitt fríspark á tvørstongina og út. Tað vóru tó russar, sum løgdu seg á odda, tá ið 37 min. vóru leiktir, málskjútti var Sanko.
Føroyingar komu meira og meira við í seinna hálvleiki, hóast teir ikki høvdu so nógvar málmøguleikar. Okkara menn sendu nógv fólk fram í eini roynd at javna, men hetta gjørdi, at russar fingu lagt seg á odda 2?0 við einum máli hjá Maslov eftir eitt skjótálop í 79. min. Føroyingar fingu tó minkað um munin, tá ið júst innskifti Jan Allan Müller í 85 min. smekkaði eitt innkast frá Allan Mørkøre í málið.
Føroyska liðið var eisini sera nær við at javna í síðstu sekundunum av dystinum. Heðin á Lakjuni skjeyt beint framvið málinum, og Bartal Eliasen sendi við høvdinum eitt hornaspark á stongina.
Føroyska liðið henda dagin sá annars soleiðis út: Bjarni Johansen, Arnbjørn Danielsen (62. min. Jens K. Hansen), Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Henning Jarnskor, Allan Mørkøre, Øssur Hansen (80 min. Jan Allan Müller), Jákup Eli Olsen, Magni Jarnskor (60 min. Djóni Joensen), Jens Erik Rasmussen (60 min. Símun Eliasen) og Heðin á Lakjuni.