Landsliðsliðskiparin fer at spæla við rumenska meistaraliðnum

CSM Bukarest verður liðið hjá Pernille Brandenborg komandi kappingarár

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg kunngjørdi í beinleiðis samrøðu við FM fyrr í dag, at hon skiftir norska Storhamar út við rumenska meistaraliðið, CSM Bukarest. Skiftið fer fram til komandi kappingarár.

 

CSM Bukarest hevur verið millum átta tey fremstu liðini í Champions League seinnu árini, og í 2016 vunnu tær kappingina.

 

Í summar skifti Pernille til norska Storhamar aftaná nøkur kappingarár við Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini. Undan nýggjárinum gjørdist hon norskur steypavinnari við Storhamar.

 

Við FM1 segði Pernille, at skiftið til CSM Bukarest er avgjørt eitt stig uppeftir í støði.

 

##med2##

 

Mynd: CSM Bukarest