Landsliðsliðskiparin skoraði níggju mál

CSM Bukarest vann stórsigur

Fyrr í dag spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í CSM Bukarest dyst í bestu rumensku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli vann CSM Bukarest stórsigur 45-25 (21-13) á grannunum, Stiinta Bukarest. 

 

Pernille avrikaði væl í dag. Hon skoraði níggju mál upp á 12 málroyndir, og var hon næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Eisini vann hon heimaliðnum eitt brotskast.

 

CSM Bukarest hevur fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Leygardagin klokkan 16 leggur CSM Bukarest fyri í Champions League við dysti á útivølli móti Krim.