Landsrætturin linkaði revsingina

Kommunulæknin skal inn at sita í eitt ár fyri at hava gjørt seg inn á níggju kvinnur

Kommunulæknin, sum er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur, bleiv í dag dømdur eitt ára fongsulsrevsing í Eystara Landsrætti.

 

Í Føroya rætti bleiv maðurin dømdur 18 mánaðir fongsulsrevsing, so Eystari Landsrættur hevur skavað seks mánaðir av revsingini.

 

Kommunulæknin kærdi málið fyri Eystara Landsrætt við kravið um linari revsing, meðan ákæruvaldið tí eisini valdi at kæra málið, við ynski um harðari revsing.

 

Les eisini Gjørdi seg inn á 9 kvinnur

 

Í dag hava endaligu framløgurnar hjá verjanum og ákæranum verið í Eystara Landsrætti í Keypmannahavn, og eftir hesar tóku dómararnir málið til dóms. Um fimm-tíðina í dag kunngjørdu tær so dómin.

 

Sambært Kringvarpi Føroya staðfesti Eystari Landsrættur dómin móti kommunulæknanum í øllum teimum níggju førunum, men gjørdi kortini revsingina linari.

 

Les eisini Mugu bíða til februar

 

Kommunulæknin missir eisini loyvi at virka sum lækni fyribils. Eystari Landsrættur metti, at hetta ikki var upp til rættin at gera av, men upp til Rættslæknaráðið.

 

Dómurin er ikki treytaður, og tí skal kommunulæknin í fongsil at sita dómin.