– Paul Watson skal fylgja somu reglum sum vit onnur. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum í lesarabrævi:
»Paul Watson hevur fullan rætt til at mótmæla grindadrápi innan lógarinnar karmar.
Hann hevur tó víst ferð eftir ferð, at hann onga virðing hevur fyri lógini, og sær tað tvørtur ímóti sum eitt aðalmál at bróta lógina, um tað fremur hansara sak. Tað hevur hann kunngjørt alment í skrift og talu, og eisini víst í verki.
Tá ið hann so hevur framt lógarbrot, hevur hann flýggjað undan rættarskipanini, og kann hann sostatt ikki standa til svars.
Hetta hevur hann gjørt bæði í Føroyum og kring heimin í fleiri áratíggju.
Løgreglan í Føroyum hevur brúkt nógva orku upp á Paul Watson og teir felagsskapir, ið hann hevur tilknýti til, hvørja ferð hann hevur verið í Føroyum. Hendan orkan hevði verið betri gagnýtt til at fyribyrgja og eftirkanna onnur álvarslig brotsverk, ið verða framd í Føroyum.
Í einum fólkaræði skal tað sjálvandi vera pláss til at mótmæla hvalaveiðu og grindadráp, men at brúka harðskap og persónsvandamikil átøk fyri at fremja sína politisku dagsskrá kann heilt einfalt ikki góðtakast.
At mótmælisfólk og heimsleiðarar nú stuðla upp undir, at ein slíkur persónur skal leyslatast, bert tí at hansara sjónarmið eftir teirra tykki eru tey røttu, er ófrættakent, og sømir seg ikki í einum rættarsamfelag.
Vit kunnu ikki góðtaka, at fólk brúka harðskap og herverk, bert tí at onnur ikki hava somu meining sum tey. Tað tykist sum um at mann í ávísum førum er byrjaður at góðtaka, at mann kann hevja seg yvir lógina, um mann bara setur fokus á tey røttu evnini.
Grindadráp er lógligt í Føroyum, og hevur verið væl skipað við lóg í fleiri hundrað ár.
Endamálið halgar ikki gerðini, og Poul Watson má sjálvandi standa til svars fyri sínum brotsgerðum.
Tí skal hann sjálvsagt útflýggjast, um treytirnar fyri útflýggjan annars eru loknar. Eru tær hinvegin ikki loknar, má hann leyslatast. Annars eru vit ikki petti frægari enn hann.
Gera vit nakað annað, byrja vit at úthola teir altjóða sáttmálar, ið vit hava knýtt okkum til um útflýggjan av brotsfólkum, og so dettur altjóða rættarskipanin sundur.
Eg havi fult álit á, at Løgmálaráðharrin í Danmark viðger hetta málið sakliga, við atlit til galdandi rætt.«