Landsstýrismaðurin á vitjan hjá Firum

Mynd tikin beint eftir aðalfundin. Á myndini frá vinstru: Árni Ellefsen, nevndarlimur, Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, nevndarforkvinna, Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen, sum báðar eru starvsfólkaumboð í nevndini hjá Firum. Turið Mørkøre, sum er nevndarlimur, væntar á myndini. Hon luttók umvegis Teams á aðalfundinum. (Mynd: Jóhanna Lava Køtlum, Firum)

Í dag var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, á síni fyrstu vitjan hjá Firum sum Vinnumálaráðharri. Orsøkin var árligi aðalfundurin hjá P/F Firum, og tað er landsstýrismaðurin sum varar av partafelagnum Firum.

Vitjanin byrjaði í Hósvík, har landsstýrismaðurin fekk eina rundvísing í bygningunum, sum Firum í næstum flytur inn í. Umstøðurnar hjá Firum í Hósvík verða munandi betri enn tær eru við Áir í dag. Í Hósvík verður alt virksemi hjá Firum, sum í dag er við Áir, á iNOVA og á Búnaðarstovuni, framyvir savnað og ætlanin er at Firum flytur til Hósvíkar í september 2026.

Eftir rundvísingina helt leiðin fram norður til Áir, har sjálvur aðalfundurin varð hildin. Á aðalfundinum fekk landsstýrismaðurin kunning um virksemi hjá Firum. Allir nevndarlimir halda fram. Nevndin skipaði seg soleiðis beint eftir aðalfundin: Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, forkvinna, Turið Mørkøre og Árni Ellefsen eru nevndarlimir, meðan Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen eru starvsfólkaumboð.