Fyri samfelagið og fyri ferðslutrygdina er tað best, at brúgv verður gjørd um Skálafjørð.
Nú ætlanin er at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, hevur ætlanin verið at gera eina rundkoyring á botni mitt undir Skálafirði, so at ein grein av tunlinum fer upp á Strondum og ein grein fer upp á Toftum.
Men í nýggju samferðsluætlanini endurtekur Landsverk, at tað, sum loysir seg best fyri samfelagsbúskapin og ferðslutrygdina er at lata tunnilin koma upp á Strondum og so at gera brúgv yvir á Toftir.
Her verður talan um ein undirsjóvartunnilin á 8.100 metrar og eina brúgv á 920 metrar, umframt 3.000 metrar av vegi.
Men skal tunnil gerast allan vegin, verður hann tríggjar ferðir so langur.
- Fyrimunurin við eini brúgv fram um ein undirsjóvartunnil tvørtur um fjørðin er, at økini hvørju megin fjørðin verða knýtt tættari saman.
Verður brúgv gjørd, fer at bera til hjá fólki at ganga og súkkla um fjørðin, men tað letur seg ikki gera ígjøgnum tunnilin.
- Fyri at kunna hava gangandi og súkklandi ferðslu í einum tunli, má hann breiðkast, og tað fer at gera verkætlanina eini 25% dýrari.
Men skal tunnil gerast allan vegin, verður hann somuleiðis tríggjar ferðir so langur sum brúgvin.
Samstundis verður ein tunnil og ein brúgv einar 145 milliónir bíligari at gera enn tað fer at kosta at gera tunnil allan vegin.
Samstundis verða ær avleiddu útreiðslurnar til tunnilsloysnina einar 160-200 milliónir krónur, men fyri brúgvaloysnina eru tær einar 180 milliónir krónur.
Men høvuðsorsøkin til, at Landsverk vil hava brúgv heldur enn tunnil og rundkoyring, er ferðslutrygdin.
Skulu vit hugsa um ferðslutrygd, eigur tað ikki at koma fyri at gera vegamót í tunlum, sigur Landsverk.
- Tó verða undantøk givin fyri hesum í Noregi, men tá er vanliga eingin annar møguleiki, leggur Landsverk afturat.