Landsynningur gevur mjørka – vestan kann órógva svøvnin

Veðrið í Árnafirði er merkt av høgu fjøllunum rundan um bygdina. Tey verja væl fyri summum ættum, men gera eisini, at aðrar ættir kunnu vera serliga harðar.

Tað vísir nýggj samrøða, sum Veðurstovan hevur gjørt við 85 ára gamla Mikkjal Mikkelsen úr Árnafirði.

 

Samrøðan er partur av eini røð, har Veðurstovan savnar staðkenda vitan um veðrið kring landið. Árnafjørður er 43. bygdin, sum er við.

 

Sambært Mikkjali er lítil vindur í bygdini, tá hann er av norði og eysturi, tí høgu fjøllini verja væl. Hinvegin regnar ofta illa á hesum ættum og niður í sunnan.

 

Landsynningur verður mettur sum ringasta ættin. Tá kemur vindurin beint inn eftir fjørðinum og gevur bæði mjørka og brim.

 

Vestan kann eisini vera sera hørð. Tá lágtrýst fara norðureftir vestan fyri Føroyar og vindurin kemur upp í lágan vestan, kunnu harðar hvirlur koma gjøgnum Áarskarð og sláa niður í bygdina.

 

– Tá kunnu tey liggja svøvnleys, verður sagt í samrøðuni.

 

Kortini er vestan eisini besta summarættin, tí hon gevur bæði vind og terra.

 

Mikkjal Mikkelsen hevur búð alt lívið í Árnafirði. Hann sat við festi í 30 ár og hevur verið virkin í bygdarlívinum.

 

Samrøðan kann lesast á heimasíðuni hjá Veðurstovuni undir Staðveður.