Súkklubreytin skal aftur fyri býráðið

Kommunulistin og andstøðan í býráðnum taka ikki undir við at staðseta súkklubreytina á Vesturvarða, og vit vilja hava eina súkklubreyt, sum ikki órógvar rossini og ríðingina

Tí skrivaði eg til býráðsskrivaran tann 1. august og kravdi málið um staðsetingina av súkklubreytini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum.

 

Siga ikki sanna søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava ført fram á fundum, at andstøðan  skal hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt.  

 

Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015. Tað var sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar, Tað var eitt fyribils loyvi, og á ongan hátt ein endalig súkklubreyt.


 

Tískil er tað grov reingjan av málinum at staðfesta, at undanfarni býráðsmeiriluti frá 2013 til 2017 hevur mælt til hesa endaligu staðsetingina. Tað sigur meira um arbeiðsháttin hjá teimum enn nakað annað.


 

Mæla til Bøllureyn Málið um súkklubreytina hevur verið viðgjørt  á býráðsfundum, og har hevur andstøðan mælt púra greitt til at brúka Bøllureyn ístaðin. Einfalda orsøkin er, at ross og súkklur hoyra ikki saman.


 

Sum í so nógvum øðrum málum, so hevur tað eisini í hesum føri verið áhugavert at eygleitt politiska handverkið hjá býráðsmeirilutanum. Elsa Berg lurtar sum vant bara eftir sær sjálvari, og tað tykist nú vera vorðið greitt fyri teimum flestu.

 

Øll vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp.

 

Burtur frá meldrinum Sum býráðspolitikari er neyðugt at kenna Havnar søgu. Gjørdi býráðsmeirilutin tað, so vistu tey eisini, at ríðingin var í sínari tíð savnað í Havnardali fyri at fáa rossini burtur frá býarmeldrinum. Kommunan hevur brúkt nógvar pengar at gera lendisgøtur og ríðibreytir í umhvørvinum, og reiðfólk hava brúkt nógvar pengar at byggja fjós. Umstøðurnar eru eisini vorðnar sera framkomnar hjá reiðfólki og rossum. Trivnaðurin er góður, og okkara dugnaligu reiðfólk eru í fremstu røð og vinna hópin av heiðursmerkjum.

 

Tað er somuleiðis gott og áhugavert, at Yvirfriðingarnevndin hevur mælt til at fáa málið betur lýst, samstundis sum FNU alment hevur mótmælt staðsetingini á Vesturvarða.  

 

Súkklingin bestu karmar Fjallasúkklingin hevur mín og okkara størsta stuðul, og eg fari at gera mítt fyri, at íðkararnir, sum við tolni hava bíðað eftir býráðnum, kunnu fáa eina veruliga breyt at venja og súkkla í.

 

Vit halda, at tað eigur at bera til at finna eina felagsloyn á Bøllureyni. Eg haldi eisini, at møguleikin at brúka grótbrotið á Glyvursnesi eigur at vera kannaður nærri. Tað kundi hóskað seg væl, um tað verður farið rætt fram.

 

Aftur fyri býráðið
Lat tað vera greitt: Andstøðan tekur als ikki undir við staðsetingini á Vesturvarða, og býráðsmeirilutin eigur at taka tað til eftirtektar. Tað kunnu tey gera, tá málið verður lagt fyri býráðið aftur. Vit stuðla einari nýggjari súkklubreyt á øðrum stað, og neyðugu pengarnir eiga at vera játtaðir sum skjótast, so súkklubreytin er klár at taka í nýtslu til oyggjaleikirnar.


 

 

 

Tróndur Sigurðsson,
býráðslimur