Trølla Pætur og Omman á Norð Festivalinum

Norð Festivalurin leggur stóran dent á, at festivalurin á Viðareiði skal vera eitt upplivilsi fyri alla familjuna

 

Leygardagin hin 29. august verður lagt upp til ein serliga stuttligan og familjuvinarligan dag á Norð Festivalinum á Viðareiði.

 

- Lívligu og vælumtóktu, Trølla Pætur og Omman, koma á vitjan og fara á pallin í tjaldinum við sangi, skemti og góðum lag fyri børnum og barnsligum sálum.

 

Soleiðis siga fyrireikararnir av stóra tónleikatiltakinum á Viðareiði, sum verður leygardagin hin 29. august.

 

- Og hvør veit – kanska hevur Ommudidd eisini lagt leiðina norður um vøkru fjøllini fyri at heilsa upp á øll børnini á festivalinum.

 

Fyrireikararnir siga, at tá Trølla Pætur og Omman eru liðug á pallinum, letur stóra barnalandið upp.

 

- Her verða hoppiborgir og annað stuttligt á skránni, og Silvi kemur eisini á vitjan hjá børnunum.

 

Norð Festivalurin leggur stóran dent á, at festivalurin skal vera eitt upplivilsi fyri alla familjuna. Tí verður eisini hildið fast í einari serligari siðvenju.

 

- Henda siðvenja er, at Heimistovugarður aftur í ár eina kúgv, so børn og vaksin kunnu síggja, hvussu fletting fer fram og fáa innlit í føroyskan sið og matmentan.

 

##med2##

 

Festivalurin hevur eisini gjørt tað lagaligt hjá familjum at koma saman, har børn upp til 6 ár sleppa ókeypis inn, og børn úr 6 upp í 12 ár einans gjalda 100 krónur. 

 

- Við Trølla Pæturi og Ommuni, stórum barnalandi, hoppiborgum, Silvi og føroyskum siðaarvi verður nógv at uppliva hjá yngru festivalgestunum – mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði.

 

Norð Festivalurin verður á Viðareiði 29. august 2026.

 

##med3##