Langt millum dystirnar

Knaooliga átta ár vóru millum teir báðar seinastu dystirnar hjá Karl Leonssyni í fyrstu deild

Tað kemur javnan fyri, at nýggj andlit eru at síggja í fyrstudeildarfótbólti, og nógv hildu eisini at so var, tá NSÍ og B36 hittust sunnudagin.


Við í 91 og 92

Á B36 liðnum var nevnliga ein leikari, sum mong hildu vera nýggjan, men so var kortini ikki.

Karl Leonsson, sum talan er um, var fyri fyrstu ferð í langa tíð at síggja aftur í fremsta B36 liðnum. Fyrsti dystur hansara var í 1991, tá hann blaðungur varð innskiftur í einstøkum dystum.

Fyrru hálvu í 1992 beit hann seg rættuliga fastan á liðnumB36-, men eftir at hava lokið studentsprógv sama summarið fór hann til skips, áðrenn hann árið eftir fór til Danmarkar at læra til løgreglumann.


Ikki vant nóg nógv

Síðani hann kom aftur til Føroya, hevur hann leikt á næstbesta B36 liðnum, tí stundirnar ikki hava verið so góðar til venjing, men orsakað av stóra mannfallinum, sum árstalsfelagnum hevur verið í ár, varð hann togaður upp á besta liðið undan dystinum móti NSÍ.

Talan er sostatt um eitt millumbil upp á knappliga átta ár millum teir báðar seinastu dystirnar. Um talan er um met vita vit ikki at siga, men í øllum førum er talan um rættuliga óvanliga hending.

Har leikti hann so allar 90 minuttirnar, og hóast hann tóktist væl nøgdur við egið avrik, so er ikki sannlíkt, at hann verður ataftuaftur at á besta liðnum í bræði.

Komandi vikuskiftið skal hann nevnliga giftast, og síðani gongur leiðin suðureftir, har brúdleypsferð stendur á skránni.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.

Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.

Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?

Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.

Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?

Teir eru báðir enn í góðum árum.


Heri Mohr   



Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.

Samandrigið.


1. DEILD


Inntøkur:

1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000

2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000

3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000

????????

6.950.00

????????


II DEILD


Útreiðslur:

4. §. Hægsta stjórn landsins48.000

5. §. Løgtingið122.000

6. §. Stjórnmálarráðið402.000

7. §. Løgreglumál376.000

8. §. Dómsmál118.000

9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000

10. §. Samgongumál1.382.000

11. §. Skúla- og mentamál1.353.000

12. §. Kirkjumál200.000

13. §. Vinnumál354.000

14. §. Sosial mál1.079.000

15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000

16. §. Til at taka278.000

?????????

6.950.000

?????????