Lata væl at Black Friday

- Hetta er fyrstu ferð, vit royna Black Friday, men vit í SMS eru væl nøgd við søluátakið, sigur Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri í SMS.

 

Hann sigur, at hóast teir eingi tøl hava gjørt upp enn, so metir hann, at fleiri kundar vitjaðu keypsmiðstøðina og at fólk keyptu meir enn vanligt.

 

- Hetta er eitt rák, sum vit mugu spæla við upp á, serliga tá kappingarneytarnir gera tað. Hóast vit ikki sendu lýsingarnar út fyrr enn kvøldið fyri, haldi eg, at tað hevur eydnast væl, sigur hann.

 

Hann skilir, at fólk hava lyndi til at fýlast at, at tilboðini ikki vóru so vill, sum vit kenna tey aðrastaðni frá, men hann greiðir frá, at tað hevur eina ávísa orsøk.

- Vinningurin av vørum í Føroyum er væl minni enn aðrastaðni. Minst til, at føroyskir handlar eisini í nógvum førum eru í kapping við danskar handlar. Tað hevði verið ógjørligt at selt nógvar vørur við 70 prosentum í avsláttri. Longu tá ein handil letur 20 prosent av øllum vørum, so eru nógvar vørur, sum viðkomandi tapir upp á, greiðir Regin W. Dalsgaard frá.

 

Hann sigur, at tó at Black Friday hevur eydnast væl, so hevur tað ikki verið líka gott sum vanligu søluátøkini hjá SMS.

- Ein orsøk er, at fólk ikki høvdu fingið løn enn hendan dagin. Ein onnur orsøk er tann, at fólk vita, at vit hava útsølu í januar og eftir ólavsøku. Kanska leggja fólk eitt sindur niður fyri til Black Friday næsta ár, tí tey vita, at ein útsøla verður aftur, sigur Regin W. Dalsgaard.