Leeds farið á heysin

Felagið, sum fyri 15 árum síðani var enskur meistari, varð fríggjdagin sett undir umsiting. Og sum avleiðing av hesum er felagið flutt niður. Við at verða sett undir umsiting, misti felagið nevnliga 10 stig, og so var øll vón um eina møguliga bjarging í næst bestu ensku deildini burtur. Hóast felagið varð sett undir umsiting, so eru ”nýggir” eigarar longu komnir til. Ken Bates, sum í síni tíð átti Chelesa, men sum seinastu tvey árini hevur virkað í Leeds, hevur nevnliga keypt felagið aftur. Hetta tó treytað av, at ognarar ikki seta seg ímóti handlinum.

Ovurstóra skuldin í felagnum verður við hesum eisini sanerað, og so ætlar Bates sær undir nýggja roynd at byggja felagið upp. Ein roynd, sum í fyrsta umfari miseydnaðist, tí skuldin varð vorðin alt ov stór. Hetta tí fyrrverandi eigararnir høvdu satsað mest sum alt, tá felagið um aldarskifti veruliga var við at bíta seg fast í enska toppinum. Millum annað við Champions League hálvfinalu tað eina árið.